So er Christian Eriksen seldur

Danski landsliðsspælarin hevur skift til Inter Milan í Italia

Inter Milan hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt Christian Eriksen frá Tottenham. Bretskir miðlar skriva, at prísurin liggur um 155 milliónir krónur.

Danski landsliðsspælarin hevði bara eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við Tottenham. Tí ynskti Tottenham at selja í januar og fáa pengar afturat, tá Christian Eriksen nú ikki ynskti at leingja sáttmálan.

##med2## 

Stórir spælarar sum Preben Elkjær og Michael Laudrup hava fyrr gjørt um seg í Seriu A. Christian Eriksen verður heldur ikki einsamallur danskari í Italia. Tiggju aðrir danskir spælarar hava sáttmálar í Italia.

Teir eru sambært bold.dk:

Andreas Cornelius, Parma (útleigaður frá Atalanta)

Simon Kjær, AC Milan (útleigaður frá Sevilla)

Andreas Skov Olsen, Bologna

Lukas Lerager, Genoa

Lasse Schöne, Genoa

Peter Ankersen, Genoa

Jens Stryger Larsen, Udinese

Riza Durmisi, Lazio (útleigaður til Nice)

Jacob Rasmussen, Fiorentina (útleigaður til  Aue)

Jens Odgaard, Sassuolo (útleigaður til Heerenveen)