Eftir øllum at døma stendur nú greitt, at Michael Ballack fer at spæla við Chelsea. Tosað hevur verið um framtíðina hjá týska landsliðsskiparanum í fleiri mánaðir, og fyri tað mesta hevur Chelsea staðið ovast á breddanum. Enn hevur tó ikki borið til at fáa nakað váttað, men í dag skuldi Chelsea halda tíðindafund á Stamford Bridge, og væntandi stóð undirskriftin hjá Ballack á breddanum her. Gitt verður, at lønin hjá Ballack verður 500 mió kr. í fýra ár.