So er bátafestivalur á Toftum í allan dag

- Vit gleða okkum at taka ímóti nógvum gestum, siga fyrireikararnir av Bátafestivalinum á Toftum.

 

 

Bátar og kampingvognar fylla nógv á einum bátafestivali, og tað er einki at taka seg aftur í, at tey fólk, sum leita sær til bygdar í báti ella vogni, seta sín serliga dám á eitt slíkt tiltak, sum er á Toftum í dag.

Viðhefta mynd er tikin í dag, tá bátarnir, sum vóru við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, vóru komnir trygt í deksbátahavnina í Oyrunum, har Jóannes Hansen helt vælkomstrøðu á havnalagnum.

Í dag er nógv ymiskt á skránni á Toftum, bæði til børn og vaksin. Her hevur verið skattaveiða, andlitsmáling og ymiskt annað. Sum seinnaparturin gongur, er pylsuvognurin opin, og høvi er at gera túrar við ribbáti og kajakk við bátahylin.

Eitt eftirspurt tiltak á Bátafestivalinum á Toftum eru góðu og vælsmakkandi festivalbúffarnir, og her byrjaði sølan klokkan 15.30.

Tónleikatiltøk eru í tjaldinum, og fyrstu á pall seinnapartin var Eyðun Jacobsen og síðan Karstin Danielsen. Tónleikur er í tjaldinum allan seinnapartin, og nú klokkan 16.50 og klokkan 17.30 fara ávikavist Terji B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjall á pall.

Eftir klokkan 18 verða eisini tiltøk á skránni, og hitt fyrsta verður klokkan 18.10, tá Navia og Insito fara at hava mótaframsýning. Syngið við-tiltak við harmonikum sum undirspæli verður klokkan 19, og hetta tiltak varar í umleið hálvan annan tíma.

Seinasta tiltak, sum er á skrá á Bátafestivalinum á Toftum leygarkvøldið, verður afturvendandi og vælumtókti dansurin í tjaldinum, har Hallur Joensen Band fara at spæla til langt út á náttina.

- Vit hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin skal eydnast, og vit gleða okkum at taka ímóti nógvum gestum, siga fyrireikararnir.