Nógv umrødda føroyska Atlasið er nú komið og verður lagt fram á bókadøum í Norðurlandahúsinum.
»Atlas til heim og skúla” eitur nýggja atlasið, sum Nám gevur út. Fyrra útgávan av føroyskum atlas kom í 1993 – og nú 21 ár seinni kemur tað næsta. Fyrra útgávan hevur verið nógv umstrídd, tí fólk hava verið so ósamd um, hvussu nøvn skulu stavast. Hetta kjakið hevur fylt so nógv, at ilt at síggja og hoyra um annað viðvíkjandi hesum atlasi, enn um nøvn er rætt ella skeivt stavað.
Nýggja atlasið verður lagt fram í Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 22. november klokkan 13:45-14:45 meðan Bókadagar eru.
Skrá til tiltakið verður hendan:
Barnakórið Cantus hjá Joannu Johansen syngur fyrsta Verðinssangin: ‘Der er is på vandet i nat’ úr Danmark, lag Bjarne Haahr, orð Ester Bock, lagt til rættis John Høybye
Kl 13:45 Magnus Tausen, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin og lesur heilsan frá HarperCollins á føroyskum.
Barnakórið Cantus hjá Joannu Johansen syngur annan Verðinssangin: ‘Vem kan segla’ fólkalag úr Svøríki
Kl 13:55 Hans Pauli Strøm, frá Útgávudeildini á Hagstovu Føroya og fakligur ráðgevi, greiðir frá um tilflytarar úr fremmandum londum og hugtakið fátækraváða á bls 46 í atlasinum
Barnakórið Cantus hjá Joannu Johansen syngur triðja Verðinssangin: ‘Go Down Moses’ negro spiritual úr Amerika
Kl 14:10 Jennifer Ntanyamal Leparteleg, sum kom higar úr nýggjasta landinum í atlasinum, Suðursudan, heldur røðu
Barnakórið Cantus hjá Joannu Johansen syngur fjórða Verðinssangin: ‘Ipharadisi’ fólkalag úr Afrika
Jennifer Ntanyamal Leparteleg handar Bjørn Kalsø fyrsta eintakið av atlasinum
Kl 14:25 Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, heldur røðu
Barnakórið Cantus hjá Joannu Johansen syngur fimta Verðinssangin: ‘Sakura’ fólkalag úr Japan
Kl 14.45 Magnus Tausen, stjóri í Námi, takkar fyri









