Aðrastaðni í heiminum plaga tey lata seg í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin, men av tí at veðrið í Føroyum sjáldan loyvir føroyingum at vísa hosur í mars, er vanligt at nýta blátt neglalakk í staðin.
- Vit vilja við bláa neglalakkinum undirstrika, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á fólk á øll um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er BLÁTT, skrivar Javni í tíðindaskrivi um Altjóða Down Syndrom dagin.
Á altjóða Down syndromdegnum í ár gevur Javni út barnabólkina “Vinur mín hevur Down Syndrom”, eftir Jennifer Moore-Mallinos, og sjónleikarin Ria Tórgarð fer at hava framløgu av bókini.
Dánjal og Búi, ið vit millum annað kenna frá ‘Ævintýraferðini’, fara at hava snarskeið í at klemmast. Teir skulu læra okkum um ymisk sløg av klemmum, umframt at møguleiki verður fyri at fáa eitt klemm, skuldi onkur haft tørv á tí.
- Vit gleða okkum til eitt læruríkt, serstakt og skemtiligt skeið, ið helst er tað fyrsta av sínum slag herheima, skrivar Javni.
- Vit bjóða ein drekkamunn, og um onkur hevur gloymt at fáa sær blátt neglalakk á heimanífrá ber til at fáa tað. Tiltakið er ókeypis, og vit gleða okkum til at síggja nógv fólk á Reinsarínum leygardagin 21. mars 2015 kl. 13, sigur felagið at enda.