So er afturlatið

Valhølið á Hálsi er nú afturlatið, og seinasti veljarin hevur greitt atkvøðu á størsta valstaði í landinum á hesum sinni Traditionelt plagar størsta valstaðið í landinum, Ítróttahøllin á Hálsi í Havn, at verða seinasta valstaðið at lata dyrnar aftur. Og Jens Marius Poulsen, formaður í valstýrinum fyri Tórshavn, hevur júst verið úti og boðað frá, at valstaðið letur aftur, nú klokkan er farin átta minuttir um átta.

Farið verður nú beinanvegin undir teljingina, men hóast Jens Marius Poulsen sjálvur er bjartskygdur og væntar, at eitt úrslit fyriliggur millum klokkan tíggju og ellivu, roknar okkurt av vanligu starvsfólkunum, somuleiðis við drúgvum valroyndum, at klokkan saktans kann fara at ganga til tvey, áðrenn endaliga úrslitið er kárt.

Vit fara at fylgja gjølla við á Portalinum beinleiðis úr Ítróttahøllini á Hálsi við myndum og frágreiðingum.