Hesaferð er tað til mannfólkini, tí úr Danmark koma Miss Diamond og Miss Malene, sum fara at strippa í Club 700 í kvøld.
Tað má bara staðfestast, at stripp er vorðin ein gerandiskostur í føroyska náttarlívinum. Í Suðuroynni fáa kvinnurnar Danmarksmeistaran í stripp á vitjan fyrst í november, meðan menninir í Klaksvík í kvøld fáa vitjan av tveimum sprundum úr Danmark.
Club 700 boðar frá, at menninir verða settir í hásæti í kvøld sjálvan valdagin við stripp og toppleysari servering, og hartil góðum tónleiki alt kvøldið.
So tey, sum halda, at dagurin í dag einans skal snúgva seg um politikk, fáa altso møguleikan at fara til Klaksvíkar at hyggja eftir donsku sprundunum, og fáa servera sína øl frá toppleysum damum.
Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Club700 bjóðar til stripptease, so man ikki vit aftur fara at frætta um naknar damur í Klaksvík innan alt ov langa tíð.