Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og teir flestu koma inn at landa í næstu viku.
- Flestu partrolarar fiska upsa. Teir fáa eisini nakað av longu og hýsu, men fiskiskapurin er smáligur.
Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiði, og teir koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka og fiska havtasku.
- Allir koma inn at landa antin fyrst í næstu viku ella miðskeiðis í vikuni sum kemur.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Hinir fyrru hava brúkiligan fiskiskap, men hjá honum seinnu er misjavnt.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.