So er aftur reisigildi

Nú eru tey næstu sethúsini ávegis í nýggju útstykkingini hjá Sands kommunu, og í gjár stóðu húsini reist.

Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður Jens Marius Stovugarð róstur sum "pressari og baksari".

 

 

Tað eru fáir dagar síðan, at tey á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu løgdu út myndir av nýggjum sethúsum, sum stóðu reist í Trøðum á Sandi. Hetta eru fyrstu nýggju sethúsini í Trøðum í mong ár.

 

Á Sandi er nýggj útstykking, har bert tey eini sethúsini standa uppi, og her eru fólk flutt inn fyri tíð síðan. Nú eru so tey næstu sethúsini ávegis í hesi útstykking, og í gjár stóðu tey reist.

 

Og tað læt Sands kommuna ikki fara aftur við borðinum uttan orð.

 

- Í dag blivu húsini hjá Martu Torfríð Hentze  og Jens Mariusi Stovugarð reist. Vit ynskja teimum blíðan byr og Guds ríku signing við nýggja heiminum. Á Sandi er gott at búgva, leggja tey í Sands kommunu aftrat.

 

Á Facebook-síðuni hjá kommununi eru viðmerkjarar, sum rósa Jens Mariusi Stovugarð við orðum sum "pressari, baksari - ja, raskur er hann...", nú húsini hjá honum og Martu Torfríð Hentz standa reist í nýggju útstykkingini.

 

Tað er Niels Johannes Tjaldrastein, timburmeistari á Sandi, sum hjálpir Jens Mariusi Stovugarð og Martu Torfríð Hentze við byggingini, og tað eru fleiri, sum rætta eina hjálpandi hond - júst, soleiðis, sum tað eigur at vera úti á bygd.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður Jens Marius Stovugarð róstur sum "pressari og baksari".

Her eru allar sperrurnar komnar upp í nýggju húsunum hjá Martu og Jens Mariusi.