Fuglaveiða
Í gjár var 26. august, sum eisini verður kallaður "Líradagur". Hetta er dagurin, tá ið teir gomlu plagdu at byrja at draga líra í bakka og urðagróti. Skrápur, sum er tann gamli fuglurin, eigur ymsastaðni í Føroyum, men ikki í so stórum tali sum eitt nú lundi. Vanligt var ? og er framvegis onkustaðni í landinum ? at taka líra á kvøldi eftir, at tað er vorðið myrkt. Hetta er ein veiða, sum nógv vita lítið um og sum lítið verður gjørt burtur úr.
Men hon livir framvegis ymsastaðni í Føroyum.
Havhestatíð
Samstundis, sum farið er um líradag, nærkast havhestatíðin eisini.
Okkurt árið fæst náti á sjónum longu fyri 25. august, men vanliga er besta tíðin um mánaðarskiftið, august/ september.
Er fuglurin lagstur sum vanligt í ár, og líkindini til vøkstur hava verið á eini leið, kann roknast við, at nakrir hundrað fuglar enda í glúpunum hjá nátamonnunum komandi leygardag, um veðrið verður til vildar.
Okkurt bendir tó á, at fuglurin ikki er fyrri á sjónum í ár enn vanligt.
Fyrr í hesi vikuni var onkur maður á báti við glúpinum, men sum skilst, fingu teir bert nakrar fáar fuglar.
Tað hevur eisini verið so stilt í veðrinum, at lítla lotið, ið verið hevur onkran dagin, neyvan hevur lokkað teir feitu nátungarnar á rókini at lætta sær á.
Men nú nærkast so tíðin og menn, ið ætla sær at fáa nakað burtur úr nátunum, hava riggað seg til - bæði í bátinum og neystinum.
Hetta er ein spennandi tíð hjá teimum, sum hava áhuga fyri fuglaveiði.
Navnið
Ymiskt er, sum menn rópa havhestin og ungan, sum nú fer á sjógvin.
Í summum bygdum verður tosað um havhestatíð; í øðrum siga teir, at teir fara at taka náta.
Øll kenna vit bæði heitini, havhestur og náti, og í nógvum bygdum verða nøvnini ivaleyst brúkt hvørt um annað.
Eisini er kent, at menn rópa gamla fuglin, havhest og ungan, náta.