So er aftur ein tilburður í Grønlandi

Tilburðurin er staðfestur, eftir at ein persónur, sum er komin til Grønlands, er endurkannaður 5. dagin eftir heimkomu.

 

Í gjár varð ein nýggjur covid-19 tilburður staðfestur í Grønlandi, og hesin er í býnum, Aasiaat.

Tilburðurin er staðfestur, eftir at ein persónur, sum er komin til Grønlands, er endurkannaður 5. dagin eftir heimkomu.

Tað veit grønlendska heimastýrið at siga í einari fráboðan.

- Landslæknaembætið er í samstarvi við løgregluna í holt við at kanna samanhangin nærri, soleiðis at neyðug tiltøk kunnu setast í verk, sigur heimastýrið.

Hetta er soleiðis hin seytjandi tilburðurin við covid-19 í Grønlandi tilsamans, síðan farsóttin byrjaði at herja um lond.