Uppflyting
Tað hevur ligið í kortinum tað mesta av kappingarárinum, at tað skuldi eydnast AB at vinna seg upp í aðru deild fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Longu undan kappingarárinum var greitt, at hópurin var munandi styrktur, sammett við tann, sum hevði verið partur av oddastríðnum í triðju deild tey bæði seinastu árini, og longu eftir fyrstu umførini stóð greitt, at argjamenn meintu tað í álvara hesaferð, tá tosað varð um uppflyting.
Tá fýra umfør vóru eftir at spæla høvdu argjamenninir bert tørv á einum stigi afturat, áðrenn uppflytingin varð vissað, og hetta skuldi so fáast til høldar, tá gøtumenn komu á vitjan sunnudagin.
Tað var tí eitt sindur keðiligt hjá AB, at toftamenn longu leygardagin skuldu basa Royn, sum annars vóru næstir á talvuni. Við hesum hevði AB tryggjað sær uppflytingina longu undan dystinum móti GÍ, og tað mundi líka sum taka broddin av spenninginum, tó at hetta ikki vikaði avrikið hjá AB ígjøgnum kappingarárið.
Tí gjørdist dysturin móti gøtumonnum ikki eins spennandi, sum hann kanska átti at verið. Nervin, sum annars hevði verið í hæddini, var at kalla ikki til staðar, nú uppflytingin var avgreidd, men tað eydnaðist tó heimaliðnum at spæla seg til hópin av málmøguleikum, tó at hetta einki úrslit gav fyri steðgin.
Eftir steðgin brast tó fyri nev, tá fyrst Hans Jørgen Djurhuus og síðani Eyðun Dalsgarð sendu bóltin í netið, og so var klárt at feira uppflytingina.
Sum vera man, so varð nógv gjørt burturúr, nú felagið fyri fystu ferð hevur vunnið seg úr triðju deild. Formaðurin í felagnum, Tórálvur Stenberg, helt røðu, og tað sama gjørdu umboð fyri AB-stuðlar, so tað var akkurát soleiðis, sum tað átti at vera.
Tó at okkurt helst varð gjørt sunnukvøldið, so má sjálv uppflytingarveitslan bíða nakrar vikur afturat. Enn eru tríggir dystir eftir at spæla, so tað verður ikki fyrr enn seinasta vikuskiftið í hesum mánaðinum, at veruliga veitslan verður, og einki er at ivast í, at Róðraneystið á Argjum verður fullsett til ta tíð.










