Árligu framsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum er endabresturin á einum langum og drúgvum fimleikaári. Framsýningar vóru í høllini á Hálsi leygardagin. Framsýningarnar fevndu um blandaða skrá av teimum, sum eru í skúlaaldri og eldri. Talan var somuleiðis um bæði amboðsfimleik og estetiskan fimleik.