Hagar leita bæði børn og vaksin sær, tá veðrið er til vildar. Og soleiðis varð eisini í góðveðrinum í gjár.
Útibarnagarðurin í Haraldssundi, sum er mannaður við klaksvíksbørnum, hevði henda dagin avgjørt at royna nakað annað.
Vanliga halda tey til í Haraldsstovu í Haraldssundi, men henda dagin skuldu tey so hugna sær í Klaksvík.
Tey møttust øll í Klaksvík og gingu síðani runt ymsastaðni í býnum.
Men eftir døgurða fóru tey til høvuðsmálið fyri degnum: Út í Grøv.
Her hugnaðu tey sær í ánni og á bønum, meðan onkur fór rennandi eftir gøtunum.
- Hetta er eitt ótrúliga gott stað til børnini. Tað eru tíverri ikki so nógvir góðir dagar, men tá teir so endiliga eru, so mugu vit njóta teir fult út. Og her úti í Grøv er so sera gott at vera, segði eitt av starvsfólkunum.
Henda dagin vóru 15 børn og trý starvsfólk og hugnaðu sær úti í Grøv.
Mynd
Børnini hugnaðu sær í ánni í góðveðrinum í gjár. Jú, hetta er eitt vælegnað stað til børn og vaksin