So byrjar valdysturin

Í kvøld fara veljararnir í statinum Iowa at gera av, hvør skal fáa tann fyrsta sigurin í tí drúgva amerikanska forsetavalstríðnum Tað er sera stórur munur á meiningakanningunum upp undir uppstillingarvalið í Iowa í kvøld.

Tað einasta sermerkta er kanska, at eingin av kanningunum gevur Hillary Clinton sigurin hjá demokratunum. Allar siga, at Barrack Obama fer at vinna, men tær flestu kanningarnar siga, at munurin er lítil.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at skuldi Hillary Clinton tapt í Iowa, so merkir tað ikki, at hon hevur tapt valstríðið. Hinvegin eru eygleiðararnir á einum máli um, at ein sigur til Hillary Clinton fer at geva henni góðan fyrimun í teimum næstu statunum.

Roknað verður við, at millum 60.000 og 120.000 fólk fara á val í Iowa í kvøld.