Seinastu tíðina hevur verið tosað nógv um, at festivalar og onnur stór tiltøk geva teimum gomlu summarstevnunum harða kapping, og onkur heldur, at summarstevnurnar kanska eru í vanda. Tað er neyvan nakar vanda fyri, at tann góði, gamli siðurin at halda summarstevnur kring landið fer at detta niður fyri. Ítrótturin spælir ofta ein sentralan leiklut á hesum stevnum, og tað ger hann ikki á festivalum og til onnur tiltøk. Tí er framvegis pláss fyri summarstevnunum í føroyska summarlandslagnum, og ein stór stevna sum Norðoyastevna dregur framvegis nógv fólk til sín.
Klaksvík er høvuðsstaðurin í Norðoyggjum, og nú gongur býurin ímóti nýggjum og spennandi tíðum. Gongur væl ? og kanska betur enn upprunaliga ætlað ? so verður hetta seinasta Norðoyastevnan, har tað verður neyðgur hjá avbygdafólki at sigla til Klaksvíkar. Norðoyatunnilin verður síðst í hesum mánaðinum skotin ígjøgnum, og hóast upprunaliga ætlanin var, at koyrandi skuldi verða 1. august næsta ár, so er møguleiki fyri, at fasta sambandið er veruleiki longu áðrenn næstu Norðoyastevnu.
Fasta sambandið verður ein kollvelting fyri Norðoyggjar og restina av landinum, og tað fer eisini at geva Norðoyastevnuni og øðrum tiltøkum í Norðoyggjum nýggjar møguleikar.
Men nú skal stevnan haldast upp á gamlan manér. Og vit vilja við hesum blaði seta sjóneykuna á Norðoyastevnuna og ynskja øllum eina góða stevnu.
Sosialurin