So byrjar skúlin aftur

Í morgin byrjar gerandisdagurin aftur hjá 7.024 føroyskum skúlabørnum og avvarðandi teirra. Eftir sjey vikur í summarfrí, koma dagarnir nú aftur í rættlag.

Í morgin byrjar gerandisdagurin aftur hjá 7.024 føroyskum skúlabørnum og avvarðandi teirra. Eftir sjey vikur í summarfrí, koma dagarnir nú aftur í rættlag.

 

Hóast summarfrítíðin gagnar, so munnu tey flestu gleða seg at koma í skúla aftur.

 

Av teimum 7.024 børnunum, sum fara í skúla í morign, fara 715 í skúla á fyrsta sinni. Tað eru tey, sum í morgin fara í 1. flokk.

 

Av teimum 715 børnunum fara 30 í fyrsta flokk í frískúlunum, sum eru. Skúlin, sum tekur ímóti teimum flestu næmingunum í 1. flokki, er Skúlin við Løgmannabreyt, sum fær 50 næmingar.

 

Í 13 skúlum er talið á næmingum, sum fara í 1. flokk, lægri enn 10.

 

Hóast tosað verður um lækkandi barnatal, so hevur talið á næmingum, sum fara í 1. flokk, verið ógvuliga støðugt síðstu árini.

 

Í 2013 fóru 697 næmingar í 1. flokk

 

Í 2012 fóru 750 næmingar í 1. flokk

 

Í 2011 fóru 749 næmingar í 1. flokk

 

Í 2010 fóru 740 næmingar í 1. flokk

 

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 7.024 næmingar. 178 teirra ganga í frískúlum.

 

Í fjør var samlaða talið 7018 næmingar.