Tað er so smátt við at koma lív í aftur í Klaksvík, eftir at Páll Finnur Páll sendi troyttu men glaðu festivalgestirnar til húsar gjáranáttina.
Niðri á Vágsbøi er framvegis friður, nøkur tandur síggjast her og har, men fleiri hava lagt sær leiðina niðan í tjaldið, har Mark the Messenger byrjaði festivaldagin kl. 16 við góðum poppi.
Ola Nordskar hevur eisini trinið á pall á Torginum, og vónandi fáa tónar hansara eitt sindur av hita í kroppin hjá teimum uppmøttu hendan annars kalda leygardagin.
Í dag er stóri festivaldagurin, siga fyriskipararnir av Summarfestivalinum, og 16 konsertir standa á skrá á teimum trimum pallunum.
Klokkan 21 fer Chris Norman, ið var upprunasangarin hjá Smokie, á pall á Vágsbøi.
Høvuðsnavnið í ár man vera Nico & Vinz, og teir báðir framføra eisini á Vágsbøi á midnátt.