So byrjar millumfarið

Teir fyrstu dystirnir í millumumfarinum í EM-kappingini í mansholdbólti verða seinnapartin og í kvøld. Í tí fyrsta dystinum, sum byrkar klokkan 15.15 okkara tíð, møtast Pólland og Svøríki, klokkan 17.15 verður dystur millum Danmark og Makedonia, og tann seinasti dysturin í dag verður kl. 19.15 millum vertslandið Serbia og Týskland.

 

Støðan undan dystunum í dag er, at Týskland og Serbia hava fýra stig í part, Pólland hevur tvey stig, Makedonia og Svøríki hava eitt stig í part, og niðast er Danmark við ongum stigi.

 

Hjá dønum er tí eingin ivi. Teir skulu vinna dystin ímóti Makedonia í dag, og teir skulu eisini vinna hinar dystirnar, sum verða ímóti Svøríki og Týsklandi. Hjá svium er eisini umráðandi at vinna á póllendingum, og í dag hava danir við svium.

 

Í Danmark verður roknað við, at Bo Spellerberg (myndin) sleppur á vøllin í dag. Tann royndi Kolding-spælarin var tøkur til dystin ímóti Póllandi, men bleiv ikki settur inn á vøllin. Fleiri halda, at júst hann kundi gjørt mun við sínum drúgvu royndum.