So byrjar HM

Nú nærkast løtan, tá HM 2010 í Suðurafrika enduliga verður bríkslað í gongd. Kanska kendasti spælarin hjá Suðurafrika, Benni McCarthy, er ikki úttikin til HM hópin hjá teimum og verður sostatt ikki á vøllinum í dag. Tí hvílur nógv á herðinum á Everton leikaranum, Steven Pienaar, ið skal verða undangongumaðurin á suðurafrikanska liðnum.

 

Hjá Meksiko verða tey flestu eyginum vend ímóti Javier Hernandez. Hann skrivaði fyrr í ár undir sáttmála við enska stórfelagið Manchester United.

 

 

Vertlandi í HM hevur altíð megnað at spælt seg víðari úr bólkaspælinum, men fótbóltsserfrøðingar vilja verða við, at Suðurafrika kann gerast fyrsta vertlandi, ið ikki megnar hetta.

 

Dysturin byrjar klokkan 15.00