So byrjar fimleikurin í Ljósinum aftur

Aftur í ár eru hopin av møguleikum hjá børnum, ungum og tilkomnum kvinnum og monnum at gera fimleik og røra seg og hava tað stuttligt.

Aftur í ár eru hopin av møguleikum hjá børnum, ungum og tilkomnum kvinnum og monnum at gera fimleik og røra seg og hava tað stuttligt.

 

– Ljósið hevur nógv og ymisk lið, og vit bjóða øllum at vera vælkomin. Liðini síggjast á www.ljosid.fo, siga tey í Ljósinum.

 

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni og byrjar í morgin, leygardagin, klokkan 15.

 

– Um fólk hava spurnignar ella tørv á hjálp eru tey vælkomin í høllini á Hálsi millum kl 15-17 leygardagin, siga tey í Ljósinum.

 

Fimleikurin byrjar 8. september.

 

Ljósið varð stovnað 21. oktober 1975 og rundar sostatt tey 40 næsta ár. Endamálið er at fremja og skapa ans fyri góðari likamsrøkt. Av fyrstuni tíð varð vant í Sankta Frans-skúla og har venja framvegis nógv lið, eins og eisini skúlin við Løgmannabreyt verður nýttur til venjing. Amboðs- og kappingarfimleikurin er fyri størsta partin í Fimi, m.a. kunnu nevnast loppurnar, sum eru børn og ung við menningartarni, ið fara undir venjingar til Paraolympics næsta ár.

 

Ljósið hevur aftur í ár gjørt avtalu við Jónu K. Thomsen og Ardalan Niksima um at vera høvuðsvenjarar fyri ávikavist tí estetiska fimleikinum og amboðsfimleikinum. Afturat teimum báðum hevur Ljósið ein hóp av dugnaligum venjarum og hjálparfólki, sum gleða seg til komandi fimleikarárið.