So byrjar EM-kappingin

Heilt nógv fólk hava teknað seg til EM-kappingina hjá Sosialinum og Kiosk Steinatún, og nú byrjar sjálvt tippingin av álvara

EM-kapping

Sum lesarin kanska hevur lagt til merkis, so hava tað í seinastu verið fleiri lýsingar, har lesararnir hava havt møguleika at tekna seg til stóra EM-kapping.
Høvuðsvinningurin í hesari er einki minni enn ein fótbóltsferð í Europa eftir egnum ynski, og hartil eru so eisini fleiri aðrir góðir vinningar á skránni.

Longd freist
Higartil hava hópin av luttakarum teknað seg til kappingina, og hóast upprunaliga freistin fyri tilmelding var úti týsdagin, so hevur arbeiðið við skrásetingini gingið somikið væl, at dyrnar fyri nýggjum tilmeldingum verða hildnar opnar fram til leygardagin.
Men tá er tað so eisini allar seinasta freist, tí seðlar, sum tá ikki eru skrásettir, sleppa heilt einfalt ikki við í kappingina. Hetta kemst sjálvandi av, at tað ber illa til at tekna seg, eftir at fyrstu dystirnir eru leiktir, tí tað vildi í øllum førum givið nakrar fyrimunur, tá gitast skal um úrslitini.
Hjá teimum, sum hava teknað seg til kappingina, ræður nú um at seta krossarnar rætt. Í blaðnum í dag er fyrsti veddingarseðilin til kappingina, har 12 teir fyrstu dystirnir í bólkaspælinum eru listaðir. Her ræður so um at tippa, hvat land fer avstað við sigrinum í einstøku dystunum ? ella um talan verður um javnleik ? og so er annars bara at vóna, at tíni git vóru tey røttu. Her á blaðnum fara vit so í øllum førum at fylgja við, og tá uppteljingin fyri hvørt umfarið er liðug, fara vit at sýna yvirlit yvir, hvørjir veddarar eru teir fremstu í spælinum.

Mynd: EM-kapping
Í blaðnum í dag er fyrsti veddingarseðilin til stóru EM-kappingina