Dystir verða í bólka A, B, C og D. Talan er um fleiri spennandi dystir í bólkum, har úrslitið ikki er givið.
Bólkur A:
Í bólki A fær Manchester United vitjan av týska Bayern Leverkusen. Hetta er fyrstu ferð, at David Moyes, nýggjur venjari hjá Manchester United, sendur á odda fyri einum liðið í Champions League bólkaspælinum.
Venjari hjá Bayern Leverkusen er fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool, Sami Hyypia. Finski miðverjin spældi sínar seinastu 90 minuttir fyri Liverpool í 2009, tá Liverpool vann 4-1 á Manchester United. Hin dysturin í bólii A er millum Real Sociedad og Shakhtar Donetsk.
Bólkur B:
Juventus er á vitjan í Parkini í Danmark, har FCK tekur ímóti. FCK hevur fingið eina vánaligan byrjan upp á donsku kappingini og hevur skift venjara. Nýggjur venjari er ein gamal kenningur í felagnum, Ståle Solbakken.
Í hinum dystinum spæla turkiska Galatasaray og Real Madrid. Spanska høvðusstaðarliðið misti síni fyrstu stig í landskappingini um vikuskiftið í einum dysti, har bæði Gareth Bale og Cristiano Ronaldo skoraðu.
Bólkur C:
Ein at síggja til javnur bólkur, har nýríka franska liðið, Paris Saint-Germain, tykist verða favorittur, Teir eru á vitjan í Grikkalandi hjá Olympiakos. Í hinum dystinum teku Benfica móti Anderlecht.
Bólkur D:
Verandi Champions League vinnarnir úr Bayern Munchen eru stórfavorittar at koma víðari, meðan Manchester City skal prógva, at liðið eisini dugur at spæla Champions League fótbólt. Í tveimum royndum er tað ikki eydnast felagnum at koma víðari úr bólkaspælinum.
Á Allianz Arena í Munchen spæla Bayern Munchen og CSKA Moskova, meðan Manchester City er í Tjekkia, har Viktoria Plzen er vertur.
Allir dystirnir byrja klokkan 19.45.
Champions League:
Bólkur A:
Manchester United – Leverkusen
Real Sociedad – Shakhtar Donetsk
Bólkur B:
FCK – Juventus
Galatasaray – Real Madrid
Bólkur C:
Benfica – Anderlecht
Olympiakos – PSG
Bólkur D:
Bayern Munchen – CSKA Moskova
Viktoria Plzen – Manchester City