So byrja bátastevnurnar aftur

Ársins fyrsta bátastevna er stevnan, sum Bátafelagið á Toftum skipar fyri. Leygardagin verður siglt úr Skálafirði og út í Oyrarnar á Toftum

BÁTASTEVNA

Skal siglast, má loysast. So einfalt er tað.
Leygardagin verður so ársins fyrsta bátastevna. Fyrireikingarnar eru í hæddini, og á Toftum verður vónað, at undirtøkan fyri regattasiglingini úr Skálafirði og út í Oyrarnar á Toftum verður stór – og helst enn størri enn undanfarin ár.
Seinnu árini hevur tað vundið meiri og meiri upp á seg at sigla og njóta frítíðina í báti. Heilar familjur kunnu vera í summum bátum, og í øðrum bátum eru tað vinfólk, sum sigla og hugna sær saman.
Eitt annað mynstur, sum vit eisini hava sæð vinda upp á seg seinnu árini, er, at fólk eru farin at ferðast meiri í húsvognum, eins og tað eisini er vorðið vanligt at tjalda á stevnum og festivalum.
Tað er hugnaligt at vera millum tey sum sigla, og við bryggjukantin og eins og umborð á bátunum verður matgjørt, spælt og sungið, tá lagið er best.
Nú er bert at vóna, at veðurgudarnir halda seg í skinninum leygardagin. Gera teir tað, er lítil ivi um, at bátasiglarar og stevnugestir annars fáa eina góða bátastevnu leygardagin.