So byrja árligu bátastevnurnar

Vikuskiftið komandi verður ársins fyrsta bátastevna, sum er bátafestivalurin á Toftum.

Hetta er ellivta árið á rað, at fólk í Nes kommunu skipa fyri bátafestivali, ið rættiliga hevur fingið fótin fyri seg - við nógvum bátum í bátasigling, kampingvognum og nógvum fólki á stevnuøkinum og í dansinum um kvøldið.

 

Eins og undanfarin ár, verður eisini nógv ymiskt á skránni fyri bátafestivalin hesaferð.

 

Hæddarpunktið er, sum altíð á eini bátastevnu, tá bátarnir sigla inn í havnina og leggja til bryggju, samstundis sum Harmonikuliðið spælir.

 

Eins og undanfarin ár, møta bátarnir, sum verða við í siglingini, í Skálafirði leygardagin, 2. mai klokkan 12.30. Tá verður stevnt út eftir Skálafjørðinum, og klokkan 14 leggja bátarnir inn í Oyrahavnina.

 

Sum altíð verður tað ein serstøk løta, tá lagt verður til bryggju. Her verður harmonikutónleikur, og Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini hjá Nes kommunu, fer vegna kommuna at bjóða vælkomin og siga nøkur orð.

 

Tá móttøkan er liðug, verður bjóðað til feska suppu og okkurt leskandi  í matarhøllini á flakavirkinum.

 

Skráin fyri bátafestivalin á Toftum sæst á heimasíðuni www.nes.fo