So bragdar við upsa

Nú er fiskiskapurin eftir upsa heldur frægari, enn hann hevur verið, og skipini fáa eisini nakað av toski og longu.

Í dag eru allir partrolararnir til fiskiskap, og væntandi koma teir flestu inn at landa, sum næsta vika gongur. Nú er fiskiskapurin eftir upsa heldur frægari, enn hann hevur verið.

 

Partrolararnir fáa eisini nakað av toski og longu sum hjáveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru nýliga byrjaðir túr. Teir fiska upsa. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.

 

Í dag er eingin av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, men bátarnir fara út aftur, tá veðrið batnar.

 

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin hjá skipunum er vánalligur. Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku.