So bragdaði hjá SÍ

Dreingir 14 hálaðu fyrsta steypagullið heim til Sørvágs.

Við luttøku í níggju út av 10 steypafinalum er SÍ mest eyðsýnda flogbóltsfelagið hetta steypafinaluvikuskiftið, men tað gekk als ikki eftir vild hjá felagnum úr Sørvági, sum tapti tær fyrstu tríggjar steypafinalurnar.

 

Ein fjórða møguleika hevði felagið tó í kvøld, tá ið finalan hjá dreingjum 14 var á skránni. Har hittust nevniliga SÍ og Fleyr. Endin gjørdist, at SÍ vann 2-0 og harvið fekk fyrsta steypasigurin í hús.

 

Flogbóltssamband Føroya heiðraði eftir dystin dagsins leikarar, og har vórðu Julian Vest Niclasen (SÍ) og Davið Hentze (Fleyr) útnevndir.

 

Á myndini eru:

 

Aftast frá vinstu: Ari í Haraldsstovu Petersen, Oddur í Haraldsstovu Petersern, Inga Henriksen, Guðrun Johnsdóttir Kruse.

 

Miðjan frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Jón Weihe Simonsen, Hjørtur Joensen, Jógvan Kári Birgisson Lauritsen, Julian Vest Niclasen.

 

Fremst frá vinstru: Bjarni Joensen, Róar Anderson, Borgar Lauritsen, Bárður Heðinsson, Steintór Birgison Lauritsen.

 

Kelda: fbf.fo