So bragdaði hjá VÍF

Ikki er tað oftani, at vestminingar spæla botnuppgerð, men tað vóru kostirnir í grannauppgerðini í Hoyvíkshøllini ímóti KÍF

Hondbóltur

Dysturin fer ikki í søguna sum ein av teimum bestu - kanska fer hann bara í søguna.
Tað stóð greitt undan dystinum, at bæði liðini skuldu vinna. Fyri kollfirðingar var tað umráandi at vinna fyri ikki at liggja einsamallir í botninum við ongum stigi, tí H71 vann sín dyst leygardagin. Hjá vestminingunum stóð á gomlum nøglum, tí teir hava tapt teir síðstu tríggjar dystirnar, og ætlaðu teir framvegis at vera við í oddinum so skuldi dysturin vinnast. So fortreytirnar fyri einum góðun og spennandi dysti vóru til staðar.

Sjálvsálitið restar
Lat tað verða sagt beinanvegin, at dysturin var ikki góður og spennandi. Hann bar brá av, at talan var um tvey lið við lítlum sjáslvsáliti.
Tað var annars VÍF, sum legði betri út og fekk eina greiða leiðslu, men teir megnaðu ikki at varðveita leiðsluna, tí annað hvørt lorkaðu teir bóltin burtur ella skutu teir ov illa. KÍF kom so hvørt aftur í aftur, og ta einu løtuna stóð á jøvnum. Men tá farið var til hálvleiks, vóru vestminingar á odda 17-15.
Seinni hálvleikur var lítið frægari enn hin fyrri, men tað var enn VÍF, sum stóð fyri spælinum og ikki gekk long tíð, áðrenn vestminingar høvdu vunnuð sær so mikið greiða leiðslu, at kollfirðinga ikki megnaðu at koma aftur í aftur. Endaliga støðan gjørdist 31-25 til VÍF

Munur á liðum
KÍF er niðast við tveimum stigum, og tað er ikki av tilvild, at so er, tí teir hava alt ov fáar streingir at spæla uppá.
Tað liggur ein sera stór ábyrgd á skjúttanum Damir Oros, og tá illa gongst hjá honum, so er ikki nógv hinir kunnu gera. Tað eru einfalt ov fáir skjúttar á liðinum, og tað sást eisini, at tá ið VÍF fekk vart fyri honum, at illa gekst at skora. Eitt sum sermerkti KÍF, var at teir tveittu sera nógvar bóltar burtur í uppspælinum.
VÍF hevur eitt gott lið á pappírinum. Har eru so at siga tveir spælarar á hvørjum plássi, og teir sluppu allir at royna seg. At Ingi Olsen er við aftur er ein stórur styrkur hjá vestminingum. Sjálvt um Ingi ikki spældi allan dystin, so skoraði hann fimm mál og legði upp til nógvar kjansir.
VÍF hevur nokk tveir teir størstu skjúttarnir í føroyskum hondbólti í Sámal Joensen og Piti Negru. Sámal Joensen var meira sjónskur, hann skeyt seks mál.
Eftir dystin fingu vit orðið á annan av venjarinum hjá VÍF Hjalmar Klein Olsen. Hann var alt annað enn væl nøgdir við spælið hjá sínum monnum.
- Vit gera alt ov nógvar feilir, og vit misnýta alt ov nógvar upplagdar málmøguleikar, men vit fingu hóast alt tað vit komu eftir, nevnliga tvey sera týdningar mikil stig", segði Hjalmar Klein Olsen at enda.
Við sigrinum er VÍF fýra stig aftanfyri oddaliðið STÍF, so enn eru ikki allar súður syftar fyri traditiónsríku vestminingarnar. Men um VÍF veruliga ætlar at mynda toppin í bestu mansdeildini í ár, so skulu teir vísa nógv meira, enn teir gjørdu sunnudagin.
Hjá kollfirðingum verður talan um botnstríð. Teir eru ikki á støði við hini liðini, ikki enn í hvørt fall.

Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 25-31 (15-17)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(4), Regin Petersen 7(1), Gert Hansen 5(1), Mirko Miinkovic 2, Petur Martin Poulsen 2, Jónálvur Johannesen 1, Teitur Joensen 1
VÍF: Sámal Joensen 6, Igni Olsen 5(2), Áki G. Olsen 4, John Zachariassen 4, Agnar Joensen 4, Petur Frank Joensen 2, Harald Bjørgvin 1, Jákup S. Andreasen 1, Ólavur Brimnes 1
Brotskøst: KÍF 9, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 6, VÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen