Kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum hevur verið sera spennandi í ár, og tað tykist, sum fleiri bátar kunnu blanda seg í kappingina um FM-stríðið. Í fyrsta róðrinum á Norðoyastevnu var tað Sílið úr Havnar Róðrarfelag, sum vann róðurin í harðari kapping við serliga Teistan.
Á Sundalagsstevnu lá ikki so væl fyri hjá Sílinum, sum endaði á triðja plássi, og í staðin var tað Frúgvin, sum megnaði at vinna róðurin framman fyri Fípuna Føgru. Kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum var tó ógvuliga hørð á Sundalagsstevnu, og bert hálvonnur bátslongd var á muni frá Frúnni aftur til Teistan, sum endaði á sætta plássi.
Leygardagin var so triði FM-róðurin á skránni á Jóansøkuni á Tvøroyri, og kappingin tóktist vera púra opin millum fleiri bátar. Úrslitið var eisini yvirraskandi, tí enn ein nýggjur vinnari bleiv funnin hjá 5-mannaførum við kvinnum.
Ørnin førdi allan vegin
Tað var Ørnin úr Sandavági, sum fekk bestu byrjanina í róðrinum hjá 5-mannaførum við kvinnum á Jóansøkuni. Ørnin fór nakað fram við hinum bátunum í startspurtinum, men Sílið var tó eisini rættiliga væl við í kappingini frá byrjan av. Tað sama vóru bæði Frúgvin, Fípan Fagra, Ritan og Teistin.
Men sum leið inn eftir fjørðinum gjørdist tað meir og meir greitt, at kappingin fór at vera millum Ørnina og Sílið. Hesir báðir bátarnir øktu so líðandi um munin niður til hinar bátarnar, og tað var alla tíðina Ørnin, sum hevði munin.
Tá bátarnir fóru undir endaspurtin royndi Sílið at trýsta Ørnina, men manningin úr Sandavági lat ikki við seg koma. Síðstu 100 metrarnar øktu tær um munin niður til Sílið, og tá bátarnir komu á mál, var Ørnin næstan leyst av Sílinum, sum eisini var leyst av næstu bátunum.
Kappingin um triðja plássið var eisini hørð, og her megnaði Frúgvin akkurát at fáa stavnin fram um Fípuna Føgru.
Ørnin við aftur
Sigurin á Jóansøku er uttan iva komin væl við hjá Ørnini. Síðsta kappingarár vunnu kvinnurnar umborð á Ørnini heili seks av sjey róðrum, og tí hava tær helst ikki verið heilt nøgdar við fyrstu tveir róðrarnar í ár, har tær endaðu á ávikavist 5. og 6. plássi.
Einasta róðurin, sum Ørnin ikki vann í fjør, var á Jóansøkuni, og tí er tað rættiliga stuttligt, at einasti róður, sum tær hava vunnið higartil í ár, er komin á nevniliga Jóansøkuni.
Í stríðnum um FM-heitið er Sílið, sum endaði á øðrum plássi á Jóansøku, enn á odda. Tær hava 16 stig, meðan Frúgvin hevur 14 stig í hølunum á teimum. Við sigrinum á Jóansøku er Ørnin tó rættiliga við at blanda seg í FM-stríðið. Tær liggja nú javnar við Fípuna Føgru á triðja plássi við 12 stigum.
Róðrarnir hjá 5-mannaførum við kvinnum hava verið sera spennandi í ár, og tí verður bíða við spenningi til komandi róðurin, sum verður á Varmakeldu í Fuglafirði komandi leygardag.