So bragdaði hjá Neistanum

Damir Oros var stóri spælarin ? og bara spælari ? tá tað sunnudagin aftur eydnaðist Neistanum at fáa stig

Hondbóltur

Tað tykist hava gjørt góðan mun hjá Neistanum, at teir í vikuni framdu broytingar í stabinum kring besta mansliðið. Her hevur Damir Oros higartil í ár verið spælandi venjari, men tað hevur verið sjónligt, at hetta ikki er ein leilutur, sum hann hevur trivist nakað serliga væl í.
Sunnudagin var tað so aftur sum spælari ? og einki annað - at Damir skuldi royna seg, og tað tók honum heldur ikki langa tíð at staðfesta, at hetta fór at verða nakað heilt annað.
Saman við einum væl spælandi Ólavi Brimnes syrgdu Oros at kalla einsamallur fyri, at Neistin helt stutt tjóður á StÍF, og spakuliga kom nakað, sum líktist einum vinnarahugburði fram á liðnum.
StÍF hevði tó leiðlsuna, tá farið varð til hálvleiks, men størsta partin av seinna hálvleiki var munurin millum lítil og eingin. Seinastu seks-sjey minuttirnar eydnaðist tó gestunum at sleppa avstað. Heimamenninir royndu at svara aftur, men tað stóð púra fast, og so kundu teir bláu fyri bara triðju ferð í ár fegnast um ein sigur.
Og soleiðis sum kappingin er skipað, so er als ikki víst, at teir bláu fara at standa tómhentir, tá árið endar. Eftir at stigini eru hálverað, eru tað nevnliga bara tvey stig upp til H71 á bronsuplássinum. Tann munurin er eisini tann sami hjá StÍF, so hóast teir í ár hava meldað greitt út, at nú verður talan ikki um at styrkja liðið við útlendskum kanónum, so er fundamentið at byggja víðari á sera gott.

Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 28-31 (17-15)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 13(4), Leivur Justinussen 4, Sveinur Justinussen 4, Borgar Danielsen 4, Bent Djurhuus 2, Bárður Danielsen 2
Neistin: Damir Oros 13(2), Ólavur Brimnes 6, Áki Mørk 4, Dann Thorleifsson 4, Jón Ludvig 3, Rani Slættanes 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen