Eftir orðaskifti í smáar tríggjar tímar varð uppskot til ríkislógartilmæli um at áseta ríkisveitingina úr statskassanum samtykt fyri løtu síðani.
Orðaskiftið fór rættuliga breitt, og minti í løtum mest um eitt aðalorðaskifti um framtíðar, ríkisrættarligu støðu Føroyar.
Eisini høvdu tinglimir hug at fara aftur í søguna, og ákoyringar um søgufalsan fóru aftur og fram millum samgongu og andstøðu.
Talan var um 2. viðgerð av uppskotinum, og tá avtornaði varð ríkislógartilmælið samtykt við 20 atkvøðum fyri, fimm ímóti, meðan eingin atkvøða var blonk. Uppskotið skal síðani staðfestast við 3. viðgerð.
Samtyktin merkir, at danska heildarveitingin til Føroyar verður prístalsviðgjørd, aftur í ár.
Veitingin úr danska ríkiskassanum síðstu trý árini hevur verið henda:
2011: 615,5 milliónir krónur
2012: 624,1 milliónir krónur
2013: 632,2 milliónir krónur










