Hevði stórtingsval verið í Noregi í dag, høvdu Høgri og Framburðsflokkurin fingið 102 av teimum 169 tinglimunum, og so borgarligur ella bláur hevur tann norski veljaraskarin ongantíð verið fyrr, sigur norska kringvarpið.
-Eg havi ongantíð sæð Høgra og Framburðsflokkin fáa so stóra undirtøku fyrr, sigur professarin Bernt Aadal við NRK.
Kanningin vísir, at Høgri hevði fingið 32 prosent av atkvøðunum og 62 stórtingslimir, hevði val verið nú. Framburðsflokkurin hevði fingið 20,4 prosent og 40 tinglimir. Verða tølini hjá teimum báðum smáu flokkunum, Vinstra og Kristiliga Fólkaflokkinum, løgd afturat, høvdu teir borgarligu fingið 116 stórtingslimir, meðan verandi reyð-grøna samgonga hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði fingið 53.