So ber til at sigla í ein útnyrðing

Fyri fyrstu ferð síðani 1978 er eingin ísur norðan fyri kanadisku strondina, og tí ber til at sigla úr Atlantshavinum í Kyrrahavið tann vegin

 

 

Tað var tann tíð, tá ævintýrarar og sjófarar royndu at vita, um tað bar til at sigla úr Atlantshavinum í Kyrrahavið við at fara norður ímillum Grønland og Kanada og síðani vestur við kanadisku norðurstrondini.

 

Í dag nýtist ongum at leita eftir siglingarleiðini, tí fyri fyrstu ferð vísa fylgisveinamyndir, at tað ber til at sigla tann vegin, tí eingin ísur er við kanadisku norðurstrondina.

 

Orðini "fyri fyrstu ferð" skulu kanska takast við fyrivarni, men hetta er í hvussu er fyrstu ferð, at fylgisveinarnir hava sent slíkar myndir, síðani teir byrjaðu at avmynda leiðina í 1978.