Barcelona er aftur oddalið í Spania, eftir Atletico Madrid í gjár tapti. Real Madrid vann uttan leikbannaða Cristiano Ronaldo á Villareal, og hevur saman við Barelona og Atletico Madrid 57 stig í oddinum í La Liga.
Barcelona spældi í kvøld á útivølli móti Sevilla. Úrslitið gjørdist ein 4-1 sigur til katalanska stórfelagið. Tað var annars Sevilla, sum kom á odda í dystinum, ið bleiv spældur á einum óvanliga vátum vølli.
Barcelona svaraði aftur við máli, sum toppskjúttin hjá Barcelona hetta kappingarárið, Alexis Sanchez, stútaði í málið. Sjónbandamyndir vísa, at landsliðsspælarin úr Kili var rangstaddur.
Síðani sló Lionel Messi til. Tvær ferðir sendi hann bóltin í málið hjá Sevilla. Í báðum førum var talan um mál úr opnum spæli. Tað er fyrstu ferð, at Lionel Messi skorar í opnum spæli í sponsku landskappingini síðani 28. september í fjør. Cesc Fabregas staðfesti sigurin við hegnisligum lobbara til 4-1.
Real uttan Cristiano Ronaldo
Í farnu viku fekk Cristiano Ronaldo beinleiðis reytt kort í javnleikinum móti Athletic Bilbao. Nógv øsing hevur verið um reyða kortið, men spanska fótbóltssambandið hevur staðfest leikbannið, sum merkir at Ronaldo má sita uttanfyri í tríggjar dystir.
Tí sat hann uttanfyri í gjár, tá Real Madrid vann 4-2 á Villareal á Santiago Bernabeu í Madrid. Gareth Bale hevði fingið rætta beini úr songini. Hann skoraði til 1-0 og legði upp til 2-0 málið. Villareal var væl við í dystinum, men endaði við at tapa við tveimum.
Atletico Madrid tapti heldur óvæntað fyri Almeria á útivølli. Almeria vann 2-0 og bæði málini komu móti endanum av dystinum. Sostatt hava øll trý toppliðini í La Liga 57 stig í part.