Í so bíligur skúli

Í samrøðuni í fríggjadagsblaðnum við Heina Holm, borgarstjóra í Kvívík er komið at standa, at Kvívíkar Kommuna hevur hækkað skattaprosentið fyri at fáa tríggjar milliónir til at fíggja skúlaútbygging fyri.
Tað er eisini rætt, men sjálvandi bara partvís. Tí tær tríggjar milliónirnar eru tað, sum manglar í til útbyggingina, sum samlað fer at kosta einar níggju-tíggju milliónir, sigur borgarstjórin.