Tað kom ein nervøsur stemningur yvir Old Trafford í gjárkvøldið, tá Robin Van Persie noyddist út á børu 5 minuttir fyri tíð.
Robin Van Persie skeyt øll 3 málini í gjárkvøldið, tá Manchester United vann 3-0 móti Olympiakos og harvið spældi seg víðari í fjórðingsfinaluna í Champions League kappingini.
Sum skilst er skaðin hjá Van Persie tó ikki so álvarsamur, sum av fyrstan tíð mett. Robin Van Persie hevur fingið eitt sokallað trælær. Eitt trælær er at fáa eitt knæ frá einum øðrum leikara í sítt egna lær.
Tað verður mett at Robin Van Persie situr yvir móti West Ham leygardagin, men at hann verður tøkur aftur týskvøldið, tá Manchester United skal leika móti arvafíggindunum úr Manchester City.
30 ára gamli Robin Van Persie hevur leikt 25 dystir fyri Manchester United hetta kappingarárið og skotið 17 mál.