Snús eigur at verða krógvað

Tað metir Pál Weihe, ið vísir á, at snús skal viðfarast sum allar aðrar tubbaksvørur.

Síðstu árini er tað vorði alsamt meira vanligt at síggja, at ung og vaksin eru farin at snúsa. At snús hevur vundið upp á seg í Føroyum, sæst eisini aftur í einari kanning, ið varð gjørd millum 569 9. floks næmingar í Føroyum á vári 2015. Har svaraðu heili 38,2 prosent, at tey hava roynt snús.


Tað er kanska ikki so óvæntað, tí meðan sigarettir og aðrar tubbaksvørur verða krógvaðar í handlum, so liggur snús vanliga frammi, og fleiri staðni liggur tað í køliskápum við síðuna av sodavatnum, soleiðis at børn og ung lætt sleppa framat tí.


Tað hóvar ikki formanninum í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe. Hann vísir á, at snús er ein tubbaksvøru, ið eigur at verða krógva sum allar aðrar.


- Snús eigur í prinsippinum at verða krógvað sum allar aðrar tubbaksvørur. Út frá einum fyribyrgingarsjónarmiðið, so er tubbak, sigarettir og snús í somu kategori.


- Snús er myrkt tubbak, sum er malið fínt. Munurin er, at tubbak er fyrireika at tyggja heldur enn at roykja. So snús hoyrir til tubbaksvørur, ið ikki skulu liggja frammi sum gerandisvørur, men sum vandavørur.


Pál Weihe greiðir frá, at vandin fyri krabbameini, tá snúsa verður, er minni enn tá roykt verður, men at man kortini mælir frá brúki av tí.


- Vandin fyri krabbameini, tá snúsa verður, er munandi minni enn, tá roykt verður. Harvið kundi man mælt til at snúsa heldur enn at roykja. Fólkaheilsuráðið mælir tó frá tí, tí vit meta tað ikki verða rætt, at ung verða bundin av nikotin ella fylla seg við krabbameinselvandi evnum.


Snús verður oftani sett í samband við krabbamein í munninum, men sambært Pál Weihe, so er tað ivasamt, tí kanningar vísa ymisk úrslit. Hinvegin vísa aðrar kanningar, at krabbamein í brisinum ella búkspýttkertlinum er vanligari hjá teimum, ið nýta snús enn hjá øðrum.