Edward Snowden, sum er maðurin aftan fyri lekan um loyniligu amerikansku avlurtingina av telefonsamrøðum og sneytingina í internetbrúki, sigur seg hava fleiri avdúkingar, hann ætlar at koma fram við.
Í samrøðu við Hong Kong-avísina South China Morning Post, sigur 29 ára gamli Snowden, at hann hvørki er ein svíkjari ella ein hetja, men bara ein amerikanari.
Hann sigur, at hann vil koma við nýggjum avdúkingum um, hvør tað er, sum hevur verið offur fyri eftirlitinum, hernaðarliga amerikanska fregnartænastan, NSA, hevur framt.
Samstundis herðir ES krøvini um eitt svar frá USA, tí í ES vil eingin góðtaka, at amerikanarar liggja og njósnast í privatum samskifti millum fólk, og henda gølan kann væntast at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum USA og Europa.