Wikileaks-stovnarin, Julian Assange (myndin), sigur nú, at amerikanski avhopparin, Edward Snowden, hevur fleiri skjøl um loyniligu amerikanku sneytingina, og at hesi skjøl verða almannakunngjørt, óansæð hvat hendir við Snowden.
Tað er einki, sum kann forða fyri, at hesi skjøl verða løgd fram fyri almenningin nú, sigur Wikileaks-stovnarin, sum sjálvur hevur fingið friðskjól í Ecuador og heldur til í sendistovu landsins í London.
Vit hava tikið øll fyrivarni, so eingin statur kann kroysta Snowden til at forða fyri, at øll skjølini verða almannakunngjørd, so alt kemur fram undir øllum umstøðum, sigur Assange.
At USA eftir øllum at døma hevur avlurtað og njósnast ímóti sínum sameindu í Europa, hevur fingið fleiri ES-lond at seta spurnartekin við, hvussu gott tað yvirhøvur er at hava vinarlag við USA.
Fleiri ES-lond vilja hava svar upp á ákærurnar um, at USA hevur njósnast ímóti ES-skrivstovum í Washington, New York og Brüssel, og henda gølan kann enntá fáa avleiðingarnar fyri tingingarnar um eina fríhandilsavtalu millum ES og USA.