Snowden er nú stórpolitikkur

Líkt er til, at stórpolitikkur er við at koma upp í málið um amerikanaran, Edward Snowden, sum hevur avdúkað, hvussu bæði USA og Bretland hava avlurtað telefonir og sneytað í øllum hugsandi samskifti á internetinum.

Í gjár eydnaðist Snowden at smoyggja sær úr Hong Kong til Moksva, hóast USA hevði biðið um at fingið hann útflýggjaðan frá Hong Kong, og heldur ikki sær út til, at Russland ætlar at lata Snowden upp í hendurnar á amerikansku myndugleikunum.

Haraftrat bendir alt á, at Kina hevði ein týðandi leiklut í, at tað eydnaðist Snowden at flýggja úr Hong Kong, siga serfrøðingar, politikarar og fjølmiðlar.

Millum annað hevur amerikanarin avdúkað, at bretska GCHQ-fregnartænastan hevur staðið fyri tí nógva av sneytingini, og síðani hevur latið amerikansku NSA-fregnartænastuni fríða atgongd til innsavnaðu upplýsingarnar.

Hetta kallar týski løgmálaráðharrin, Sabine Leuthesser-Scharrenberg, nú eina gølu, og hon vil nú hava europeisku fregnartænasturnar at krevja eina uppkláring av málinum í stundini.

Í løtuni er Edward Snowden staddur í Moskva, har hann bíðar eftir at sleppa víðari til eitt land, har hann ætlar at fáa politiskt friðskjól. Higartil er tað bara Ecuador, ið hevur váttað, at hann hevur søkt um friðskjól har.