Tey bæði Elsa Maria Bærentsen og Jákup Jacobsen, ið eiga Yndi Fitness, tóku í vár stig til at stovna Josie’s Juice Bar. So hava tey biðið ítróttarmannin Snorra Patursson við førleikum innan bæði føðslu og venjing at byggja upp ein leist, har heilsa, umhvørvi, dygd og smakk-uppliving renna saman í hægri eind.
Og tað má sigast at vera eydnast avbera væl! Snorri, ið lesur Human Ernæring á universiteti í Danmark er heima í løtuni og hevur tikið farloyvi frá lestrinum. Tað ikki bara sæst, men kennist eisini beinanvegin, at her er ein maður, ið veit hvat hann ger. Oftani kunna matarskráir vera rættiligar poetiskar uttan at tann veruligi maturin kann liva upp til forvæntningarnir. Hjá Josie’s er so at siga øvugt. Matarskráin, ið er greið, sera væl uppsett og á góðum føroyskum máli stendur næstan ikki mát við dygdina á tí, ið tú sum kundi veruliga fært á borðið. Soleiðis at skilja, at dygdin í bæði rávørunum og matgerðini er væl hægri enn hvat matarskráin sum so boðar frá. Hvør lutur á Josie’s er gjøgnumtonktur. Líka frá at hugsa um vistfrøði og flutnings-etiskt um at keypa rávørur frá nærumhvørvinum (laks frá Bakkafrost) til at brúka ’Functional Foods’ og frískar rávørur uttan óneyðugum sukri, feitti og salti. Functional Foods er matur, ið umframt føðsluvirði eisini hevur dokumenteraðar heilsugóðar eginleikar.
Well, aftur til morgunmatin. Snorri hevði sett mær stevnu klokkan hálvgum átta ein heystarkaldan hósmorgun. Snorri, ið hevur nógv uppá hjarta um góðan kost, helt at eg skuldi royna stór, góð, grovvalsaði og broyskin vistfrøðilig havragrýn við frískskornari frukt, mandlum og hørfræ omaná. Og so soltna mjólk afturat. Hør-fræini skuldu fyrst ein túr í hvirluna, annars verða tey ikki upptikin í mannalikaminum. Afturvið gjørdi Snorri eitt sokallað ’Immunverju-skot’, ið er djús av frískum gularótum, súreplum, ingifer og appilsinum.
Eg má siga, at eg gjørdist ovfarin av, at nakað so einføld og gerandislig máltíð kann gerast so stór uppliving og ikki minst økja hugin til at eta slíkan heilsugóðan kost.
Havi eisini hug at nevna tað estetiska í øllum á Josie’s. Ikki bara stílrein og ljós høli, men eisini mátin, ið maturin verður borðreiddur. Næstan við japanskum sushi-íblástri. Flott!
Hóast støðið er høgt á Josie’s hevur tað eydnast at gera staðið rættiliga fólkaligt kortini. Tað vóru bestemt ikki fitness-stereotypurnar, ið eg sá koma inn á gólv hendan fyrrapartin, men bæði handverkarar, ungfólk, børn og barnakonur.
Fyrimyndarligt átak!
Nú føroyska rótakálið er tikið upp, hevði verið upplagt at roynt røtur sum djús? Og til várs áttu plantur og urtir í føroysku náttúruni eisini at sloppið uppí part í nýggja djús-rákinum. Kanska ein føroyskur smoothie við urtakervili, rabarbum og timian (jú, tað veksur í føroysku náttúruni ymsastaðni)?