- Í dag heiðra vit Snorra Fjallsbak, sum hevur starvast 40 ár hjá tí almenna í ár, skrivar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á sínari Facebook-síðu í dag.
Hon vísir á, at Snorri Fjallsbak í 1978 byrjaði sum lærari í Studentaskúlanum í Hoydølum, har hann starvaðist í 23 ár. Eitt skifti var hann rektari og umsitingarleiðari. Í fýra ár var hann eisini formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara.
Í 2001 byrjaði Snorri Fjallsbak á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum, og í 2005 varð hann settur sum lønarstjóri.
- Hann var stjóri á lønardeildini í 10 ár, og gjørdi hann í hesum tíðarskeiði fleiri enn 100 sáttmálar við tey 30 fakfeløgini. Síðan 2015 hevur Snorri arbeitt sum fulltrúi á lønardeildini.
Kristina Háfoss greiðir frá, at hon hevur hitt Snorra Fjallsbak fleiri ferðir á lívsleiðini, og eitt nú hevði hon hann sum støddfrøðilærara í Hoydølum.
- Tá eg var forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya samráddist eg við hann um lønarsáttmála, og sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum standa vit nú saman fyri lønarsamráðingum landsins. So, eg havi roynt at sitið báðu megin samráðingarborðið hjá Snorra Fjallsbak, sigur landsstýriskvinnan brosandi.
At enda takkar Kristina Háfoss Snorra Fjallsbak fyri allar løturnar, og hon takkar manninum fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur framt fyri landið seinastu 40 árini.