Snork

Fyri tveimum vikum síðani var næstseinasta umfar í formel 1

kappkoyringini á skránni, og sum vanligt hevur verið hetta árið, skuldi

SvF senda frá kappkoyringini.

Spenningurin var í hæddini, tí møguliga varð heimsmeistarin funnin í

hesum umfarinum, so mong vóru tey ítróttaráhugaðu, sum sessaðust við

skíggjan henda morgunin.

Stórt var vónbrotið hjá hyggjarunum, tá teir sessaðust við

sjónvarpstólið, tí einasta, sum var at síggja, var royndarmyndin hjá

sjónvarpinum.

Leingi sótu spentu hyggjararnir og bíðaðu, og at orðatakið »tolin

trívst« ikki bara eru tóm orð, fingu teir eisini at síggja, tí knappan

tíma eftir, at sendingin skuldi byrja, komu fyrstu myndirnar á skermin.

Sostatt fingu teir hyggjararnir, sum høvdu víst besta tolið, seinnu

helvt av kappkoyringini við.

Ein slík hending kann undir ongum umstøðum góðtakast, og at talan har

umframt gjørdist um eina ta mest spennandi og umstríddu koyringina í

árinum, ger bara øðina hjá hyggjarunum enn størri.


Menniskjasligt mistak

Úr Sjónvarpinum frætta vit, at orsøkin til, at sendingin ikki varð send

til ásettu tíðina var, at starvsfólkið, sum hevði ábyrgd av sendingini,

ikki var møtt henda sunnumorgunin. Einans eitt starvsfólk er til

arbeiðis, tá slíkar sendingar verða sendar í luftina, og var tískil

eingin annar, sum kundi gera vart við hetta.

Tíðindastjórin í Sjónvarpinum, Øssur Winthereig, sum samstundis er

ábyrgdarhavandi fyri ítróttin, sigur, at tey sjálvandi eru hørm um

mistakið, men sigur í sama viðfangi, at tey ikki fáa vart seg móti

slíkum mistøkum. Øssur sigur tó eisini, at tey síðani hendingina hava

tosað um, at fingið eina eyka ávaringarskipan í lag, soleiðis at

mistakið kann rættast skjótari enn talan varð um næstseinasta

sunnumorgun.

Samstundis ber Øssur hyggjarunum eina umbering, og vónar hann, at

kappkoyringin komandi sunnudag ikki fær somu lagnu.