Barnablaðið, ella Snirr og Strok, er komið. Tað fyrsta í ár 2000.
Alt eftir, frá hvørjari síðu ein lesur blaðið, kallast tað nú Snirr ella Strok. Hálvan, ið nevnist Snirr, er fyri tey smærru og Strok fyri størru børnini.
Andlitslyftingin, sum blaðið fekk, tykist hava eydnast væl og tilfarið um kendar stjørnur og heimligt tilfar, blandað við miðsíðumynd, ynskimynd, tykist vera væl mótikið.