Nógvur elektronikkur er í jólapakkunum, sum liggja undir jólatrøum kring landið í dag. Eitt nú gingu spælimaskinur og snildtelefonir sum heitt breyð undan jólum, siga handlarnir, sum in.fo hevur tosað við.
Tveir teir størstu handlarnir innan elekronikk, hvítvørur og køkstól siga, at góða gongdin í føroyska samfelagnum sást týðiliga, tá jólagávurnar vórðu keyptar. Hugt varð ikki eins nógv eftir prísinum og gjørt varð fyri fáum árum síðani. Nú varð størri dentur lagdur á góðskuna á vøruni, siga handlarnir.
Sambært handlunum vórðu sera nógvar spælimaskinur keyptar hesi jólini. Tær mest keyptu spælimaskinurnar í ár kosta úr umleið 2.400 krónum upp í einar 3.000 krónur. Harafturat keyptu kundarnir nógva útgerð til spælimaskinurnar.
Eisini hava snildtelefonir verið í nógvum jólagávum, sum vórðu pakkaðar upp jólaaftan. Sambært handlunum hava kundarnir keypt snildtelefonir at lata bæði børnum, tannáringum, kvinnum og monnum í jólagávu.
Teldlar og teldur vórðu eisini nógv keypt at lata í jólagávu til allar aldursbólkar og bæði kyn, siga handlarnir.
Sagt verður eisini, at serliga nógvar rakimaskinur og hátalarar vórðu seld at lata monnum í jólagávu. Til kvinnurnar keyptu nógv hárturkarar, slættijørn og blendarar, og serliga væl umtókt til børn og ung vóru spælimaskinur og útgerð til spælimaskinur.










