Tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League hava verið í kvøld. Barcelona og Luis Suarez vunnu heili 3-1 á PSG í París, meðan Bayern Munchen tapti við somu siffrum fyri FC Porto.
Paris Saint-Germain var uttan Zlatan Ibrahimovic, meðan David Luiz byrjaði á bonkinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki mátti Thiago Silva takka fyri seg og David Luiz kom inn. Fyri Barcelona hevði Dani Alves leikbann.
Barcelona kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Lionel Messi spældi Neymar leysan í vinstru, har hann uttan stórvegis trupulleikar kundi trilla bóltin í málið. PSG hevði eisini sínar møguleikar, meðan Lionel Messi rakti stongina.
Í seinna hálvleiki tók umstríddi Luis Suarez yvir. Fyrst øtki hann til 2-0, tá hann trillaði bóltin millum beinini á David Luis og dribblaði framvið tveimum, áðrenn hann potaði bóltin í kassan.
Løtu seinni gjørdi Luis Suarez tað saman. Hann trillaði bóltin millum beinini á neyðars David Luiz, sum bara kundi hyggja, meðan Luis Suarez sendi bóltin upp í málhornið til 3-0. PSG svaraði aftur við skotið, sum rakti Barcelona verjuspælara og snýtti málverjan.
Sostatt vann Barcelona 3-1, og er stórfavorittur at koma hálvfinaluna.
Bayern brotnaði
Bayern Munchen var stórfavorittur at vinna á FC Porto í Portugal. Tað skuldi tó als ikki ganga soleiðis. Longu aftaná 10 minuttir var Porto á odda 2-0 við málum frá Ricardo Quaresma. Tað fyrra upp á brotsspark, har Manuel Neuer skal verða glaður fyri, at hann ikki bleiv útvístur.
Thiago Alcantara minkaði um munin, men tað var Porto, sum setti trumfin á, tá Jackson Martinez økti til 3-1. Sostatt er stórur spenningur undan returdystinum í Munchen, har Bayern skal vinna 2-0, ella við fleiri enn tveimum málum um Porto skorar.
Champions League fyrru fjórðingsfinalur:
PSG – Barcelona 1-3
0-1 Neymar, 18
0-2 Luis Suarez, 67
0-3 Luis Suarez, 79
1-3 Jeremy Mathieu, 82 sjálvm
FC Porto – Bayern Munchen 3-1
1-0 Ricardo Quaresma, 4 br
2-0 Ricardo Quaresma, 10
2-1 Thiago Alcantara, 28
3-1 Jackson Martinez, 65