Jú, tað er dýrt at flúgva – og samanborið við, hvat vit kunnu fáa ferðaseðlar fyri millum onnur lond, so kann hesin pástandur sannast.
Men tað tykir kortini, sum nógvir politikarar í hesum málið taka fepurin millum fólk – fyri síðani at ogna sær eina meingin, sum tey flestu kunnu vera samd um.
Men tað er altso politiska skipanin, sum setti út í kortið privatiseringina av almenna flogfelagnum. Tað er politiska skipanini, sum er orsøkin til, at henda tilgongd steðgaði í hávlum gekki. Og tað er politiska skipanin, sum er orsøkin til, at hetta hevur staðið í stað seinastu fimm árini.
Vinnumálaráðharrin úr sosial-liberala Sambandsflokkinum er størsti talsmaður fyri at nationalisera tann partin av flogfelagnum, sum er privatur. Løgmaður var í oktober talsmaður fyri, at vit kunnu brúka eina blokkstuðulshækking til at fáa bíligari flogferðaseðlar. Tað síðsta nýggja er at skatta hvørt húsarhald fyri at fáa prísin niður.
Alt hetta er tað bera snakk. Um politikarar ikki hava eina veruliga loysn, so er best at teir tiga. Teir kunnu leggja fyri við at taka av tyngjandi avgjøld og at gera neyðugar umraðfestingar, sum skulu til – heldur enn bara at snakka fólki eftir munninum.










