Snikkaravirkið selt fyri 7,71 mió kr

Av øðrum størri sølum á tinglýsingarlistanum í dag sæst, at Sp/F Vit 4 – tað er felagið hjá starvsfólkunum á reklamuvirkinum Team 85, sum keyptu partapeningin í Team 85 frá Dimmalætting, hevur keypt gamla bygningin hjá Snikkaravirkinum í Grønlandi

Fyrst var tað Havgrímur Johannesen, sum hevði ætlanir um at byggja íbúðir á økinum. Hann keypti partapeningin í Snikkaravirkinum – men seldi seinni bygningin til Team 85. Team 85 er seinni vorðin partur av Nema samtakinum, sum frammanundan eitt nú eigur Reproz, gomlu Farodane fyritøkuna – alias City, Casa, Senta og so ComData. Tað var annars í februar mánaði í ár, at Team 85 keypti bygningin frá P/F Snikkaravirkinum AIK fyri 6,5 milliónir krónur – men nú hava tey so selt aftur við 1,21 millónum krónum í vinningi upp á átta mánaðir. Sp/F Snikkaravirkið AIK hevði í fjør eitt ársúrslit upp á 236.000 kr og eina eginogn upp á 2.548.000 kr. Team 85 hevði eitt ársúrslit upp 166.000 krónur og eina eginogn upp á 1.629.000 kr.