Sníkja loysing inn bakdyrnar

Edmund Joensen heldur lítið um lógaruppskoti frá Tjóðveldi og Framsókn um at yvirtaka uttanríkismál.

 

Hví velja Høgni og Poul bakdyrnar, spyr Edmund Joensen í grein á heimasíðu síni í dag.

 

Hann sipar til lógaruppskotið, ið Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram, um at landsstýrið skal yvirtaka uttanríkismál.

 

Les eisini Vilja taka øll uttanríkismál undir føroyskt ræði

 

Edmund Joensen kallar hatta eitt loysingaruppskot.

- Tað hevði klætt Tjóðveldi og Framsókn at spælt við opnum kortum og komið inn gjøgnum høvuðsdyrnar við sínum loysingaruppskoti, skrivar hann.

 

Lógaruppskotið snýr seg als ikki um yvirtøkur, skrivar Edmund Joensen, men endamálið er at seta ein kíla niður millum ríkispartarnar og skekla Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum.

 

Edmund Joensen vísir á, at uttanríkismál kunnu ikki yvirtakast, uttan so at Føroyar loysa frá Danmark.

 

Edmund Joensen skilir ikki, hví uttanríkismál partú skulu yvirtakast.

- Tann stóri uttanríkispolitikkurin, verjupolitikkurin og trygdarpolitikkurin liggja best sum felags mál í Ríkisfelagsskapinum. Saman standa vit sterkari á altjóða pallinum.

 

Hann skrivar, at Føroyar í grundini hava fullveldi, tá tað kemur til uttanlandsviðurskifti. Føroyar gera egnar avtalur við onnur lond, Føroyar eru umboðaði í øðrum londum og Føroyar saksøkja stórveldini í Evropa.

- Í veruliga lívinum uttan fyri Løgtingið eru avmarkingarnar ómetaliga fáar fyri Føroyar. Hinvegin eru stórdriftsfyrimunirnir í Ríkisfelagsskapinum nógv størri enn teir fáu vansarnir, ið finnast, skrivar Edmund Joensen.

 

- Tað hevði klætt Høgna Hoydal og Poul Michelsen at spælt við opnum kortum og komið inn gjøgnum høvuðsdyrnar við sínum loysingaruppskoti, skrivar Edmund Joensen at enda.