Í býin
Hotel Føroyar
Maturin var av tí besta. Tænastan famúr. Undirlagið ridlaði, og tjøldrini gjørdu sær til góðar beint uttan fyri vindeygað. Á flagtekjuni, sum nýliga var sligin, men grasið ikki vaskað av aftur rútunum í matstovuni.
Tað er altíð hugaligt at fara inn á matsovuna Atlantis á Hotel Føroyum. Altjóða dámur, vakurt útsýni og frálíkur matur. Og tænastan er á støði, sum hotellið væl kann standa við. Soleiðis var eisini væntandi hetta kvøldið.
Gjørdist tó eitt sindur ivasamur um, hvussu hetta mundi fara at ganga, tá vit komu inn og fingu ávíst borð. Biðið var um borð í góðari tíð, og væntandi var, at eitt borð við hampiligum útsýni yvir Havnina hetta vakra summarkvøldið fór at vera tøkt. Og tað skuldi heldur ikki verið nakar vansi soleiðis, tí ikki vóru øll vindeygaborðini upptikin og gjørdust tað heldur ikki, sum leið á kvøldið.
Men vit verða víst til eitt borð, har einasta útsýnið øðrumegin var beint í ein breiðan timburstólpa, meðan hinumegin var í lagi.
Hinvegin var ventilatiónin soleiðis skapað, at har var gjóstur, sum viðhvørt eitt sindur av ampa stóðst av.
Eisini varð lagt merki til, at rútarnir vóru gravskitnir. Grasið á flagtekjuni uttan fyri var sligið. Ikki heilt nýliga, var líkt til, og eingin hevði ómakað sær at vaska av aftur vindeygunum, tað sum sláimaskinan hevði slongt upp á rútarnar. Har hekk tað stadnað og sá ikki serliga innbjóðandi út.
Snigil og krúnhjørtur
Tann fryntligi, ungi, kvinnuligi tænarin kom við einum spennandi matkorti. Samstundis segði hon frá, at um vit ynsku, kundu vit heldur velja buffet, sum stóð longri inni á matstovuni við rættiliga nógvum rættum.
Men vit velja at royna burtur av matkortinum, sum sær rættiliga forvitnisligt út.
At leggja niðurundir eru fleiri møguleikar, og báðu megin borðið verður vald sniglasúpan, sum tykist rættiliga spennandi. Kanska serliga tí, at hetta ikki er roynt fyrr. Eitt sindur av spenningi er eisini uppi í fyri at vita, hvørt hetta nú eru okkara heimligu gággur, ella rættiligir franskir sniglar, sum helst koma úr Danmark kortini.
Sjálv súpanin smakkaði heilt óvanliga væl, meðan snigilin sjálvur - teir vóru nú ikki færri enn fimm í tali í borðiskinum - helst var ein rættiligur landsnigil, sum lagdur varð eftir. Báðumegin.
Sum høvuðsrætt verður valt Duxellefylt oksafilet við grønmeti. Neytalundir fái eg tað til, sum steikt eru við innbakaðum grønmeti í einum lumma í sjálvur kjøtstykkinum. Afturvið er ein kryddrað sós og eplastykki skorin sum bátar.
Hinumegin borðið er rætturin meira »eksotiskur«. Nevniliga krúnhjørtafilet við Waldorff salati og berjasós. Sum skiltist smakkaði tað eisini óføra væl. Rættur viltsmakkur.
Afturvið fekst ein hálv Santa Rita, ættað úr Chile og ivaleyst av góðum árgangi, sum ikki sló falskar mentur.
Oman á varð valdur rabarbuísur við fruktsós og fruktum. Ísurin smakkaði veruliga av rabarbu, og fruktsósin óføra væl, meðan fruktirnar, sum vóru á borðiskinum, helst vóru meira til pynt og av eiti, enn rættiligur partur av dessertini.
Heildin
Hotel Føroyar er gott hotel, har tú kennir teg væl. Matstovan Atlantis er eisini matstova á altjóða støði. Tó hetta kvøldið vóru veruliga ting, sum bókstaviliga ridlaðu.
At sita við ein stólpa kann einhvør koma út fyri. Men tá borðið er umbiðið fleiri dagar frammanundan, átti tænastan at verið so mikil, at gestinum varð boðið eitt betri borð. Serliga tá ikki var fult, og borð við fríum útsýni vóru tøk.
Meðan høvuðsrætturin varð etin, stóð borðiskurin alla tíðina og ridlaði á blanka undirlagnum. Silvurborðiskinum, sum helst er av rustfríum stáli kortini. Grundin var, at hann var ov lítil til stóra borðiskin við høvuðsrættinum. Ella var tað øvugt. Líka mikið. Tað var eingin vanlukka, men tað »irriteraði« alla tíðina. Hvørja ferð, knívurin varð settur í annars heilt frálíka døgurðan, ridlaði borðiskurin, og bitin hevði hug at glíða undan tær.
Nakað av fólki var inni, og vóru tað mest útlendingar. Norðmenn skiltist á tosinum, tí onkur tosaði rættiliga hart. Ikki soleiðis, at tað órógvaði á nakran sum helst hátt. Og tað kendist sum ein heilsan frá kenningum, tá hurðin einaferð fór upp innar í veitsluhøllina, har einhvør samkoma var, og fólk sungu so hugaliga. Kendist heilt heimligt.
Men fartelefonirnar. Aftur her vóru tær í hópatali, og vórðu nýttar bæði til at ringja við, senda og taka í móti SMS boðum, og sjálvandi at svara uppringinum. At fólk ikki kunnu unna sær sjálvum so frægt av matnáðum, at tey sløkkja fartelefonina eina slíka løtu.
Eitt tjaldur við einum floygdum unga gekk á takinum uttanfyri, og fleiri av gestunum høvdu stuttleika av at eygleiða tey bæði, meðan tey veiddu sær føðina í flagnum. Ivaleyst nakað, sum ikki so øgiliga nógv Best Western Hotel hava á skránni.
Tænastan var góð. Tað gekk skjótt, og einki sum helst var at viðmerkja til matin annað enn, at hann var frálíkur. Tænarin hevði umsorgan fyri gestunum og var beinanveg á staðnum, eitt nú tá ein grindalokkur gjørdist ov naskur.
Fyri mat og tænastu kunnu væl latast fimm kokkahúgvur, meðan óvaskaðu vindeyguni taka minst eina frá aftur.










